Norðurkorea hevur skotið upp enn eina raktett

Norðurkorea hevur skotið upp enn eina raktett
Royndarrakettin varð skotin norðan fyri høvuðsstaðin, men hetta miseydnaðist tó, sigur suðurkoreiska verjumálaráðið, sambært tíðindastovuni, Yonhap
 
29.04.2017 - 10:17

Danmarks Radio skrivar, at royndarrakettin sprongdist fá sekund eftir, at hon varð send avstað í nátt.

Amerikanska verjumálaráðið váttar, at Norðurkorea hevur sent upp enn eina royndarrakett, og Donald Trump, forseti, hevur skýrt hetta at vera vanvirðiligt mótvegis Kina.

Rakettin varð skotin upp bert fáar tímar eftir, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillserson, hevði ávarað ST-trygdarráðið um, at tað fær vanlukkuligar avleiðingar, um altjóða samfelagið - og serliga Kina - ikki leggur trýst á Norðurkorea fyri at fáa landið at gevast við vápnadubbingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819