Fjórðingurin á uppboðssølu

bannari
Fjórðingurin á uppboðssølu
Tey, sum eru í vinnu, sleppa at ráða yvir hinum 75 prosentunum av kvotunum, stendur í semjuni um fiskivinnunýskipan
25 prosent av kvotunum næsta ár verða boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, men tey, sum eru í vinnu, sleppa at ráða yvir hinum 75 prosentunum av kvotunum
 
02.05.2017 - 14:56

25 prosent av kvotunum næsta ár verða boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, men tey, sum eru í vinnu, sleppa at ráða yvir hinum 75 prosentunum av kvotunum.

Tað stendur í semjuni, sum samgonguflokkarnir hava gjørt um nýggju fiskivinnunýskipanina, eftir at uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur verið til hoyringar.

Uppboðssølan er galdandi fyri uppsjóvarfisk, tað er makrel, norðhavssild og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum, á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi.

Fáa í mesta lagi 17,5%

Fara kvoturnar upp tað, ið tær eru í 2018, verður økti parturin boðin út sum stuttíðarloyvi. Ella skal Løgtingið gera av, hvussu bjóðast skal út millum styttri og longri loyvi.

Tilfeingisgjald verður sett á tað, sum ikki verður boðið út, so tilfeingisrenta verður goldin til landið.

Semja er um, at markið fyri antitrust verður 17,5 prosent. Tað er markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu ráða yvir av øllum fiskirættindunum.

Ikki afturvirkandi gildi

Antitrustmarkið fyri uppsjóvarfisk, botnfisk undir Føroyum og fiskiskap á fjarleiðum verður 20 prosent, og hevur ikki afturvirkandi gildi, og er heldur ikki galdandi, tá boðið verður upp á stuttríðarrættindi.

Samgonguflokkarnir eru samdir um, at 20 prosent av veidda fiskinum skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu. Henda skipanin skal eftirmetast á hvørjum ári.

Tá ið ræður um botnfisk undir Føroyum, verða kvotur ásettar fyri tosk, hýsu og upsa. Onnur fiskasløg verða ásett við kvotu eftir tí, sum varð fiskað seinasta fiskiár.

SÍ EISINI Her er semjan um fiskivinnunýskipanina

Sagt verður, at stovnsmetingar og umsitingarætlanir skulu fylgjast, og tryggjað verður, at umrokningar frá fiskidøgum til kvotur verða so rættvísar sum til ber hjá teimum vinnurekandi.

Allir tríggir floksformenninir í samgonguni, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hava skrivað undir semjuna.

Teir siga, at lógaruppskotið verður nú lagað til sambært semjuni, og tað verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964