Ætlaðu sær fitt í samsýning

Ætlaðu sær fitt í samsýning
Nýggja landsbankanevndin hevði verið sjey ferðir dýrari enn nevndin í gamla Landsbankanum, fekk nevndin sín vilja
Hóast landsstýriskvinnan bað landsbankanevndina fylgja almennum reglum um løn og nevndarsamsýningar, so helt nevndin seg hava rætt til 960.000 krónur í samsýning
 
05.05.2017 - 12:35

Hóast landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bað nevndina um at fylgja almennum reglum um løn og nevndarsamsýningar, so helt nevndin seg hava rætt til 960.000 krónur í samsýning.

- Nevndin samtykti ikki nakra nevndarsamsýning, men sendi bara ein fyrispurning til lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, svarar Malan Johansen, tá Kringvarpið biður um innlit í fundarfrásøgn frá fyrsta fundinum hjá endurstovnaðu Landsbankanevndini, 29. desember í fjør.

Tað var á hesum fyrsta fundi, at nývalda nevndin samdist við seg sjálva um, at hvør nevndarlimur skuldi fáa 8.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin tvær ferðir 8000 krónur og formaðurin tríggjar ferðir 8.000 krónur um mánaðin.

Bara nevndin í Atlantsflog dýrari

Sjey fólk manna landsbankanevndina, sum eftir hesum leisti hevði kostað 960.000 krónur um árið. Bara nevndin í almenna Atlantsflog kostar meira, har fáa nevndarlimirnir eina millión og 62.000 krónur tilsamans.

Við sínum 24.000 krónum um mánaðin hevði landsbankanevndarformaðurin verið dýrasti nevndarsessur hjá tí almenna yvirhøvur.

Hann hevði farið uppum formanssamsýningina í almennu partafeløgunum Føroya Tele og Atlantsflog, har formaðurin fær ávíkavist 21.000 og 20.000 krónur um mánaðin.

Kringvarpið fær ikki innlit

Áðrenn nývaldu nevndarlimirnir fóru at tosa um sína egnu samsýning, høvdu tey hoyrt eina framløgu frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmalum. Sambært Kristinu Háfoss sjálvari gekk hon ígjøgnum lógarverkið fyri endurstovnaða Landsbankan, herundir grein 5.

Sambært grein 5 skal nevndin tryggja, at Landsbankin fylgir almennum reglum. Og í viðmerkingunum til somu grein 5 stendur, at "tað áliggur nevndini at tryggja, at Landsbanki Føroya fylgir almennum reglum, sum eru galdandi fyri almennar stovnar."

Til dømis at áseta løn og nevndarsamsýningar og lóg um alment innlit. Tað hevði, sambært Kristinu Háfoss sjálvari, stóran týdning at nýggja landsbankanevndin skilti hesa grein 5. Kringvarpið fær ikki innlit í fundarfrásøgnina frá fundinum 29. desember. 

Viðgjørt uttan allar nevndarlimirnar

Men sambært Maluni Johansen, sum á sama fundi varð vald til fyribilsstjóra fyri Landsbankan, og sum leiddi fyrsta nevndarfundin, varð málið um samsýningar til nevndarlimirnar viðgjørt saman við fíggjarætlanini fyri nýggja stovnin. Tað gjørdi nevndin, hóast hon ikki var fullmannað.

Kommunufelagið hevði enn ikki valt sítt umboð í nevndina, og tí vóru hvørki Henrik Weihe Joensen - sum upprunaliga var í uppskoti til nevndarlim, men ikki leyk treytirnar - ella Tummas Eliasen, sum upprunaliga skuldi vera varalimur - við á fundinum.

Malan Johansen vil ikki upplýsa, hvussu nevndarlimirnir komu fram til sína egnu samsýning. Og hon vil heldur ikki upplýsa, um nevndarlimirnir vóru samdir um upphæddirnar.

Lønin til formannin fimmfaldað

Eftir stendur tó, at neyvan hava nevndarlimirnir hugt eftir, hvat gamla Landsbankanevndin fekk í samsýning, áðrenn bankin varð avtikin í 2012.

Har fekk nevndarformaðurin 4.500 krónur, næstformaðurin 2.600 krónur og hinir tríggir nevndarlimirnir 2.100 krónur í part um mánaðin. Nýggja landsbankanevndin helt sostatt, at nýggi nevndarformaðurin skuldi hava meira enn fimm ferðir størri samsýning enn undanmaðurin.

Nýggja landsbankanevndin skuldi kosta 960.000 krónur um árið, tann amla landsbankanevndin kostaði 134.000 krónur um árið - tann nýggja skuldi kosta 960.000 krónur - sjey ferðir meira.

Broytt eftir umrøðuna

Leggjast skal afturat, at gamli landsbankin hevði eisini eitt umsjónarráð við 11 limum, og tað hevur nýggi landsbankin ikki. Samsýningin til teir 11 umsjónarráðslimirnar var til samans 103.000 krónur um árið.

Eftir at málið um nevndarsamsýningina til nýggju landsbankanevndina bleiv alment, broytti nevndin sína egnu samsýning.

Nevndin í Landsbankanum fylgir nú tilráðingini frá Fíggjarmálaráðnum. Formaðurin fær 10.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin 7.000 krónur og nevndarlimirnir 6.000 krónur í part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887