Grundlógaravhoyring klokkan 16

Grundlógaravhoyring klokkan 16
Persónarnir, sum vórðu handtiknir í nátt og í morgun, koma nú fyri rættin
 
06.05.2017 - 15:36

Klokkan 16 verður grundlógaravhoyring í málinum um knívsstunguna í Havn í nátt.

Tveir persónar eru tiknir í málinum, men í løtuni er ógreitt, um fleiri eru tikin, og um tey eisini koma fyri rættin nú.

Ákæruvaldið fer væntandi at krevja varðhaldsfongsling, meðan málið verður kannað.

John Martin Olsen, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn, segði við útvarpið fyrr í dag, at løgreglan sóknast eftir vitnum.

Tað var um eitt tíðina í nátt, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður var illa stungin á vegamótinum Landavegur/Íslandsvegur í Havn.

Tá útvarpið tosaði við vaktleiðaran, visti hann ikki at siga, hvørji vápn eru brúkt.

Stungni maðurin er skurðviðgjørdur á Landssjúkrahúsinum, og støðan hjá honum er stabil. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628