Álopið við Landavegin: Tveir menn leyslatnir

Álopið við Landavegin: Tveir menn leyslatnir
Dómarin gekk ikki ynskinum hjá ákæranum á møti um at varðhaldsfongsla tveir ungar menn í samband við álopið á mannin, sum varð stungin leygarnáttina
 
07.05.2017 - 18:45

Báðir menninir, sum vórðu handtiknir í gjár og til grundlógaravhoyring í dag, eru leyslatnir aftur.

Tað avgjørdi dómarin í grundlógaravhoyringini í dag.

Báðir menninir - ávíkavist 17 og 18 ára gamlir - vórðu handtiknir í gjár og settir í samband við álopið á mannin, sum varð stungin leygarnáttina í Havn.

Referatforboð

Ákærin ynskti í grundlógaravhoyringini, at báðir menninir - eins og hinir báðir menninir í gjár - vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.

Men dómarin avgjørdi at lata menninar leysar.

Hinir báðir eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur - harav fyrsta vikan er í avbyrging.

Meiri fæst ikki at vita frá grundlógarforhoyrinum, tí dómarin avgjørdi at áseta referatforboð - tað vil siga, at miðlarnir sleppa ikki at greiða nærri frá, hvat kom fram í grundlógaravhoyringini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672