Kanning: May vinnur stórsigur

Kanning: May vinnur stórsigur
Líkt er til, at Konservativi flokkurin hjá Theresa May, forsætisráðharra, fer at vinna stórsigur nú ein mánaður er eftir til bretska parlamentsvalið
Konservativi flokkurin hjá Theresa May fer at fáa 47 prosent av atkvøðunum tá parlamentsval verður í juni, vísir ein meiningakanning
 
09.05.2017 - 08:47

Konservativi flokkurin hjá Theresa May fer at fáa 47 prosent av atkvøðunum, meðan Labour fær 30 prosent, vísir ein nýggj meiningakanning.

Liberali flokkurn fær undirtøku frá sjey prosentum og ES fíggindaliga sinnaði flokkurin, Ukip, fær fýra prosent. Ukip stendur til at hava stóra afturgongd, tí á valinum í 2015 fekk flokkurin 13 prosent av atkvøðunum.

Tað var Ukip-flokkurin, sum stóð á odda fyri tilgongdini, at fáa Bretland úr ES, Síðani fólkaatkvøðuna í fjørsummar, tá bretar valdu at fara úr ES, er flokkurin minkaður niður í einki.

Kanningin vísir, at meir enn helvtin av veljarunum hjá Ukip nú fara at velja Konservativa flokkin. Tað verður tikið sum tekin um, at tey vilja hava sum frægast burturúr, nú Theresa May fer undir samráðingar við hini ES londini um Brexit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652