Vilja ikki selja BankNordik

Vilja ikki selja BankNordik
Almenni parturin í BankNordik verður ikki settur til sølu í hesum umfari. Bara Miðflokkurin tekur undir við at landið selur partabrøvini í bankanum
 
09.05.2017 - 18:11

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er nú liðug at viðgera uppskot til samtyktar frá Miðflokkinum um at selja sín triðing í BankNordik og brúka pengarnar til at byggja bústaðir til fólk, sum ikki fáa fígging í føroyskum peningastovnum.

Allir limirnir í Fíggjarnevndini, uttan umboðið hjá Miðflokkinum, mæla Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum. Fíggjarnevndarlimirnir halda ikki, at málið um at selja almenna triðingin av bankanum er búgvið at taka støðu til nú.

Tey siga seg tó óttast, at uppskotið kann ganga beint ímóti sínum egna endamáli, sum er at útvega fólki føtur undir egið borð.

Kann ávirka húsaprísir skeiva vegin

- Lagaligari treytir fyri lántøku kunnu, tá til stykkis kemur, fara at trýsta sethúsaprísirnar longur uppeftir. Tí kann uppskotið raka tey, sum ætlanin er at hjálpa, stendur í meirilutaálitinum hjá Fíggjarnevndini.

Meirilutin vísir á, at marknaðarvirðið á sethúsum er treytað av útboði og eftirspurningi.

SÍ EISINI Eigarar í BankNordik fáa 300 milliónir krónur

- Fer landið inn og bøtir um keypiorkuna hjá fólki, er ein møgulig avleiðing, at sethúsaprísirnir hækka enn meira, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum tí mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Miðflokkinum.

Bill Justinussen, sum eigur uppskotið saman við Jana, vísir í sínum minnilutaáliti á, at almenni ognarluturin í BankNordik er nyttuleysur, burtursæð frá vinningsbýtinum, sum av og á fløvar í landskassanum.

Landsstýrið avmarkaða ávirkan

Bill Justinussen vísir á, at landsstýrið hevur lítla og onga ávirkan á bankan, og landsstýriskvinnan hevur ongan møguleika at ávirka bústaðarlánspolitikkin hjá bankanum. 

- Hví skal føroyski skattaborgarin hava áhuga at eiga í eini privatari fyritøku, tá ávirkan og avgerðarrættur eru burtur, spyr Bill Justinussen.

Miðflokkurin vísir á, at undir kreppuni fyrst í nítiárunum kostaðu bankarnir føroysku skattgjaldarunum okkurt um tvær milliardir, og nógvar familjur mistu hús og heim.

SÍ EISINI Landsstýrið ivast í søluni

- Tí er tað bæði rætt og rættvíst at selja almenna triðingin av BankNordik og brúka pengarnar til at veita lagaliga fígging til bústaðir til teirra, sum í dag ikki eru vælkomin í bankan at biðja um lán, sigur Bill Justinussen í sínum minnilutaáliti.

Uppskotið til samtyktar frá Miðflokkinum kemur til 2. viðgerð í Løgtinginum í morgin, mikudagin.

Kursurin á partabrævinum hjá BankNordik er í dag 114, og virði á bankanum er tí 1,15 milliard krónur. Landið eigur ein triðing, svarandi til smáar 400 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010