Stórur áhugi fyri at vísa gerandislívið í Føroyum

12.05.2017 - 09:31
MentanMyndlist
Stórur áhugi fyri at vísa gerandislívið í Føroyum
Hundraðtals myndir eru innkomnar til eina verkætlan hjá Norðurlandahúsinum, ið síðsta árið hevur biðið fólk avmynda gerandisstøður í øllum landinum
Norðurlandahúsið hevur fingið til samans 632 myndir sendandi til eitt dokumentarprosjekt, ið skal lýsa gerandisdagin í Føroyum frá flaggdegnum 2016 til flaggdagin 2017
Mynd: © Bjarni Mohr  
 
 

Tá freistin, at senda inn myndir til framsýningina, "Eitt ár í Føroyum," var úti fyri tveimum vikum síðani, hevði Norðurlandahúsið fingið 632 myndir sendandi, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni.

Uppskotið, við "Einum ári í Føroyum," var, at fáa føroyingar at avmynda gerandisdagin í eitt ár, fyri síðani at savna allar myndirnar saman á summarframsýningini, sum verður frá 7. juni til 20. august.

Tað var stutt fyri flaggdagin í fjør, at Norðurlandahúsið kunngjørdi ætlanina, og heitti á allar føroyingar um at taka myndir og senda tær inn, so felagssøgan hjá føroyingum frá flaggdegnum 2016-2017 kundi forteljast.

89 myndatakarar hava tikið tær til samans 632 myndirnar, sum eru komnar inn til dokumentarprosjektið. Hvørt myndafólk slapp í mesta lagi at senda 10 ymiskar gerandismyndir inn til verkætlanina.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. september
3-2
Mánadag 25. september
Andaktin
Sunnudag 24. september
Møti úr Bethel í Vági
Mánadag 18. september
3-2
Mánadag 18. september
Andaktin