Siga seg kunna raka USA

Siga seg kunna raka USA
Norðurkorea sigur seg kunna raka USA við eini langtberandi rakett við kjarnorkuspreingihøvdi, sum varð royndarskotin um vikuskiftið
 
15.05.2017 - 08:30

Robottroyndarskjótingin hjá Norðurkorea um vikuskiftið var ein framskygd roynd av einum nýggjum slagi av robotti, skrivar almenna norðurkoreiska tíðindastovan, KCNA. Robotturin skal kunna bera stór kjarnorkuspreingihøvd.

Sambært tíðindastovuni eydnaðist royndarskjótingin av Hwasong-12 robottslagnum, væl, og norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-Un, var til staðar, tá rakettin varð skotin út.

Royndaskjótingin varð gjørd fyri at staðfesta, um rakettin var før fyri at bera nýggju og framkomnu tøknina, sum er ment til rakettina, og sum er før fyri at bera stór og tung kjarnorkuspreingihøvd, skrivar KCNA.

Kunnu raka norðara partin í USA

- Provokerar USA Norðurkorea, sleppur landið ikki undan størstu vanlukku í søguni, segði Kim Jong-Un sambært KCNA. Hann ávaraði USA um, at norðari parturin av USA kann røkkast í álopi.

Norðurkorea hevur fyrr sagt, at landið hevur ment langtberandi rakettir, sum hava kjarnorkuspreingihøvd og sum klára at raka USA. Sambært amerikanska herinum er talan helst ikki um slíka rakett, sum nú er royndarskotin.

Norðurkorea hevur síðani 2016 fleiri ferðir skotið út robottar. Í fjør framdi Norðurkorea tvær kjarnorkuroyndarspreinginar. Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava herd tiltøk sett í verk móti Norðurkorea eftir royndarskjótingina. 

USA mælir til tiltøk

- Lat seinastu provokatiónina virka sum áheitan á øll lond, um at seta í verk strong tiltøk móti Norðurkorea, skriva Hvítu Húsini.

Amerikanska fíggjarmálaráðið hevur fyrr sagt, at neyðugt er at forða Norðurkorea í at hava ráð at keypa kjarnorkuvápn og robottskipanir, við til dømis tiltøkum.

- Vit fara at tak burtur øll amboð, sum vit ráða yvir, fyri at steðga ólógliga virkseminum og fíggingini av yvirgangi, sigur ein talsmaður fyri Hvítu Húsini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584