FBI-veteranur skal leiða kanning

FBI-veteranur skal leiða kanning
Demokratarnir í kongressini fegnast um, at Robert Mueller, fyrrverandi FBI-ovasti, skal kanna, um Russland royndi at ávirka amerikanska forsetavalið
Robert Mueller (til vinstru) og James Comey í 2013, tá Comey tók við starvinum sum FBI-ovasti. Mueller skal nú kanna, hví hvat hendi, tá Donald Trump gav Comey fótin herfyri
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
18.05.2017 - 09:54

Amerikanska løgmálaráðið hevur tilnevnt fyrrverandi FBI-ovastan, Robert Mueller, at standa á odda fyri eini kanning, um Russland royndi at ávirka amerikanska forsetavalið í fjør.

George W. Bush, forseti, tilnevndi Robert Mueller stjóra í FBI í 2001. Hann var í starvinum til 2013, tá James Comey gjørdist FBI-ovasti. Donald Trump, forseti, koyrdi Comey frá herfyri.

SÍ EISINI Trump givið FBI-stjóranum fótin

Síðani er komið undan kavi, at forsetin koyrdi Comey frá, tí hann vildi hava FBI-ovastan at steðga eini kanning av fyrrverandi ráðgevanum, Michael Flynn, sum er lagdur undir at hava havt tætt samband við Russland.

Flynn varð koyrdur frá í februar, tí hann duldi upplýsingar um, at hann hevði havt samrøður við russiska sendiharran í USA um amerikansku tiltøkini móti Russlandi.

Demokratarnir í kongressini fegnast um, at Robert Mueller er settur at kanna málið.

SÍ EISINI Trump steðgaði umstríddari kanning

- Hann er ein nógv virdur almennur tænastumaður, sigur demokratiski leiðarin í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi.

Kanningin, sum nú verður sett í verk, er at spilla tíðina burtur, sigur Donald Trump, forseti.

- Eg havi sagt tað so mangan. Ein kanning fer bara at váttað tað, sum eg longu veit, at einki samspæl var millum tey, sum skipaðu fyri mínum valstríði, og eina útlendska eind, sigur forsetin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691