Stjóri í fiskivinnuni skal gjalda skatt í Føroyum

Stjóri í fiskivinnuni skal gjalda skatt í Føroyum
Fleiri broytingar verða gjørdar í skattalógini í heyst.
 
19.05.2017 - 13:00

Samstundis sum løgtingið nú fer at viðgera fiskivinnunýskipanina, verða eisini onnur viðurskifti umrødd í politisku skipanini.

Talan er um viðurskifti, sum nýskipanarnevndin mælti til at fremja.

Summi av tilmælunum eru sett í uppskotið til nýggja lóg um fyrisiting av sjófeingi, og onnur verða viðgjørd í Fíggjarmálaráðnum og hjá skattamyndugleikunum, og ætlanin er at leggja broytingarnar fyri løgtingið í heyst, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Talan er um fleiri tilmæli.

Skattskylda í Føroyum

Eitt er, at í framtíðini skulu allir eigarar og feløg, ið hava rætt at at reka fiskiveiði, vera búsitandi og skattskyldug í Føroyum. Útlendskir eigarar, sum eru í vinnuni í dag, fáa eina fýra ára skiftistíð.

Mælt verður til, at treytir verða settar í fiskivinnulóggávuna, sum tryggja, at inntøka frá fiskiveiði hjá persónum og feløgum, kemur til skattingar í Føroyum og ikki í øðrum landi. Tí skal krav setast um, at persónar ikki skulu verða heimahoyrandi í øðrum landi sambært tvískattasáttmálum. Fyri feløg skal krav setast um at veruliga leiðslan í feløgum skal verða í Føroyum. Talan er um skattlig hugtøk.

Mælt verður til at varðveita ásetingina um at avmarka ábyrgdarlán úr útlondum.

Mælt verður til at forðað verður fyri lánum úr útlondum, har renturnar ella tað, sum skal rindast aftur er knýtt at yvirskotinum í føroysku feløgunum.

Stjórar búgva í Føroyum

Sum nakað nýtt mælir nevndin til, at stjórar í feløgum skulu verða búsitandi í Føroyum og skattskyldugir í Føroyum, meðan teir eru stjórar. Soleiðis koma teir undir skatting í Føroyum, men tað verður ikki kravt, at teir skulu hava verið búsitandi her eitt ávíst áramál, áðrenn teir gerast stjórar.

Mælt verður til, at krav verður sett í skattalóggávuna um uppbýti av virksemi hjá feløgum, ið reka fiskiveiðu, soleiðis at tað verður upplýst, hvørjar inntøkur, útreiðslur og íløgur hoyra til fiskiveiðu, og hvat hoyrir til annað virksemi. Nevndin metir, at tað er umráðandi við hagtølum, sum vísa rakstur og íløgur fyri fiskiveiðu.

Og mælt verður til at eftirkanna, um tað er ein trupulleiki, at hall frá øðrum virksemi enn fiskiveiði verður drigið frá í inntøku frá fiskiveiði. Um so er, ber til at gera avmarkandi reglur í skattalóggávuni fyri hesum. Slíkar reglur, sum avmarka frádrátt fyri hall í inntøku frá bert einari vinnugrein, eiga tó bert at verða gjørdar, um hetta veruliga verður mett at vera ein trupulleiki.

Eftirmeting

Og at enda verður mælt til at eftirmeta aðrar partar av skattalógini, m.a. reglurnar um transfer pricing, um tunna kapitalisering, um avmarkaða skattskyldu fyri rentuinntøkur og um framføring av halli.

Hesar reglurnar eru ikki bert galdandi fyri fiskivinnuna, men eru alment galdandi og hava sum endamál at tryggja, at skattagrundarlagið ikki verður máa burtur, m.a. við handli millum nærskyldar partar. 

Arbeitt verður við hesum viðurskiftunum, og ætlanin er at broytingar í skattalógini skulu leggjast fyri tingið í heyst, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887