Norðurkorea við nýggjari royndarspreinging

Norðurkorea við nýggjari royndarspreinging
Sambært altjóða miðlum, hevur Norðurkorea um vikuskiftið skotið eina ballistiska rakett, sum fleyg 500 kilometrar
 
21.05.2017 - 16:38

Japanskir fjølmiðlar halda, at rakettin endaði í japanskum sjóøki, men at eingin skaði stóðst av skotinum.

Í Norðurkorea hevur stjórnin fyrr hótt við, at landið hevur ment rakettir, sum klára at raka USA.

Forsetin í Suðurkorea segði í síðstu viku, at vandin fyri samanbrestum millum bæði londini er stórur.

Hann góðtekur ikki ágangandi framferð ella kjarnorkuhóttanir, og tí er vandin fyri hernaðaarligum samanbresti við landamarkið og sjómarkið nú stórur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819