Borgarafundur um dokkhøll

Borgarafundur um dokkhøll
Fólk á Skála sleppa nú at siga sína hugsa um dokkhøllina, ið ætlandi verður 50 metrar høg, sum skipasmiðjan MEST ætlar at byggja
Borgarafundur verður á Skála týskvøldið um 50 metrar høgu dokkhøllina, MEST ætlar at byggja
 
22.05.2017 - 08:10

Borgarafundur verður á Skála týskvøldið um málið. Á fundinum fer MEST at sýna fram, hvussu ætlaða útbyggingin av skipasmiðjuni fer at taka seg út, og møguleikar vera at gera viðmerkingar til framløguna.

Ongin niðurstøða verður tó gjørd, tí ætlanin er at leggja málið fyri almenningin at gera skrivligar viðmerkingar til í seks vikur. Síðani fara landsmyndugleikarnir aftur at viðgera málið saman við møguligum viðmerkingum ella kærum.

Í fyrstu atløgu var málið sent landsmyndugleikunum við umbøn um at broyta viðurskiftini soleiðis, at ongar avmarkingar skuldu verða fyri, hvussu høg høllin kundi vera.

SÍ EISINI Byggja 50 metrar høgan bygning

Men tað vildi Heilsu- og innlendismálaráðið ikki eftirlíka. Ráðið svaraði, at ein 50 metra høg høll er nærindis íbúðarøki er so stórt inntriv, at tað má lýsast væl og virðiliga fyri borgarunum.

Heilsu- og innlendismálaráðið mælti til, at verður bygt hægri enn 15 metrar, má serstøk byggisamtykt gerast. Hetta samtykti Runavíkar býráð eisini 23. februar. 

Býráðið hevði fund aftur um málið á Skála tann 27. apríl, og har varð samtykt at hava borgarafund á Skála 23. mai, sum er í morgin. Fundurin verður í ítróttarhøllini týskvøldið klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010