Vilja geva vinnuni góðar karmar

bannari
Vilja geva vinnuni góðar karmar
Bara nýggj rættindi - ikki verandi - skulu seljast á uppboði, sigur Sambandsflokkurin í lógaruppskotinum um eina fiskivinnunýskipan
 
22.05.2017 - 14:44

Vinnan fær góðar karmar at virka undir, og samstundis fáa allir borgarar sín rímiliga part av samfelagskøkuni, sum fer at vaksa í stórum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum nú er liðugur at orða sítt lógaruppskot um eina fiskivinnunýskipan. 

"Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum" er ein útgreinan av politikkinum, ið Sambandsflokkurin legði fram í november í fjør. Flokkurin er farin aftur til sítt útgangsstøði eftir úrslitaleysu samráðingarnar við samgonguflokkarnar í vetur.

Bara nýggj rættindi seljast á uppboði

Sambandsflokkurin sigur seg ynskja trygg rættindi til verandi vinnu. Tí verða bara nýggj rættindi seld á uppboði - "nýggj rættindi" eru nýggj fiskasløg, ógagnnýtt tilfeingi, og um verandi fiskasløg økjast uppum søguliga hámarkið síðstu 20 árini. 

Verandi rættindi, sum eru uppsøgd og fara úr gildi á nýggjárinum, verða sambært uppskotinum hjá Sambandsflokkinum latin verandi reiðaríunum sum átta ára loyvi. Tað verður so upp til einstaka reiðaríið at leggja sín fiskiskap til rættis - loyvini eru knýtt at feløgunum, ikki einstøku skipunum.

Heimaflotin skal bæði skipast við kvotum og fiskidøgum. Línuskipini og stóru og smærru útróðrarbátarnir skulu framhaldandi brúka fiskidaga-skipanina, meðan trolarar og trolbátar skulu brúka eina nýgja kvotuskipan.

Útlendingar kunnu eiga upp í 25%

Sambandsflokkurin hevur eisini anti-trust reglur við í sínum lógaruppskoti. Einki einstakt fær brúksrætt til meira enn 15 prosent av samlaðu fiskirættindunum hjá landinum.

Og eingin kann hava ræði á meira enn 35 prosentum av samlaða uppsjóvarfiskinum ella samlaðu veiðini eftir botnfiski. Talið "35 prosent" var í upprunauppskotinum hjá Sambandsflokkinum "30 prosent".

Útlendingar skulu framvegis sleppa at virka í føroysku fiskivinnuni - markið er sett til 25 prosent av ognarskapinum í einum felag.

Vinnuligir aktørar ikki "revsast"

Um tilfeingisgjaldið sigur Sambandsflokkurin, at tað skal leggjast á einstaka fiskaslagið eftir útrokning av einum normalbruttovinningi eftir einum miðalroknskapi. Á henda hátt verður gjaldið ásett eftir einum objektivum grundarlagi, sum samstundis tekur støðið í vinnuligu kørmunum. 

Sambært Sambandsflokkinum merkir ásetingin, at vinnuligir aktørar, ið klára seg væl, ikki verða “revsaðir” við at noyðast at gjalda hægri gjald enn aðrir, eins og teir verða tað við til dømis vanligum felagskatti. Á sama hátt fáa aktørar, ið klára seg minni væl, ongan fyrimun, við tað, at teir skulu gjalda sama gjald sum øll hini.

Fyri at javna sveiggini skjýtur flokkurin upp, at peningurin frá tilfeingisgjaldinum ikki fer í beinleiðis raksturin hjá Landskassanum, men verður javnaður soleiðis at 1/10 av inntøkuni verður útgoldin árliga næstu 10 árini.

Betri atgongd til ES-marknaðin

Sambandsflokkurin vil eisini, at partur av tilfeingisgjaldinum skal kunna brúkast til trygd fyri fígging av rávørugoymslum. Tað skal stuðla undir vinnuliga menning og meirvirking av fiskinum, sigur flokkurin.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið vísir Sambandsflokkurin á, at Føroyar í dag í stóran mun eru ein rávøruveitari til Evropasamveldið..

"Um fiskivinnureformurin skal sláa ígjøgnum og skapa øllum í Føroyum størri virði - samfelagskøkan til allar føroyingar skal vaksa - so má atgongdin til ES-marknaðin við sínum okkurt um 500 milliónum brúkarum vera heilt munandi betri enn í dag."

SÍ EISINI Uppskotið latið Løgtinginum

Tað sigur Sambandsflokkurin í lógaruppskotinum um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum, ið flokkurin hevur lagt fyri Løgtingið.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um eina fiskivinnunýskipan er tað næsta í røðini, ið er lagt fyri Løgtingið. Frammanundan hevur Fólkaflokkurin lagt sítt uppskot fram, tað uppskotið hevur verið til 1. viðgerð og er nú í Vinnunevndini.

Høgni Hoydal hevur borið sítt lógaruppskot um fiskivinnunýskipan í Løgtingið, men uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er ikki lagt fram enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010