Trý fólk nú handtikin

Trý fólk nú handtikin
Bretska løgreglan hevur seinnapartin tikið tvey fólk aftrat eftir atsóknina í Manchester mánakvøldið
Løgreglan hevur seinnapartin tikið tvey fólk aftrat eftir atsóknina í Manchester mánakvøldið, tá 22 fólk lótu lív
 
23.05.2017 - 16:07

Bretska løgreglan hevur tikið trý fólk eftir yvirgangsatsóknina í Manchester í gjárkvøldið, tá 22 fólk lótu lív og 59 vórðu særd.

Ein 23 ára gamal maður varð tikin stutt fyri middag. Hann varð tikin í syðra partinum av Manchester av vápnaðum løgreglufólkum.

SÍ EISINI May: Ætlanin var at drepa børn og ung

Seinnapartin eru tvey fólk aftrat tikin. Tey vórðu tikin í tveimum ymsum býarpørtum í útriðini av Manchester. Hvat tey eru undir illgruna fyri, verður einki sagt um.

Samstundis sigur løgreglan seg hava framt eina skipaða spreinging í øðrum av býarpørtunum, samstundis sum handtøkan var. Løgreglan hevur enn einki sagt um, hví tey eru tikin, og um tey hava nakað samband við atsóknina í gjárkvøldið.

Maðurin sum framdi atsóknina í gjárkvøldið, doyði í atsóknini. Nógv bendir á, at løgreglan visti hvør hann var, men vil enn ikki siga nakað um mannin.

SÍ EISINI Føroyingur í Manchester: Fólk eru skelkað

Millum tey 22 deyðu eru nógv børn og ungdómar, sum vóru á konsertini. Manchester Arena er størsta høllin í Bretlandi og millum tær størstu í ES, har er pláss fyri 21.000 áhoyrarum.

Høllin lat upp í 1995, og varð ætlað at hýsa olympisku leikunum í 2.000, sum Manchester kortini ikki fekk. Í fjør vórðu seld 850.000 atgongumerkir til ymisk tiltøk í stóru høllini.

Bretski forsætisráðharrin heitti fyrrapartin á bretska fólkið um at standa saman, og ikki lata seg kúga av slíkum atsóknum, sum hon málbar seg. May boðaði samstundis frá, at løgreglan kannar, um maðurin var einsamallur um atsóknina, ella um onnur vóru við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585