Uppskotið loksins komið

bannari
Uppskotið loksins komið
Í gjár fingu løgtingsfólk endiliga uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipan
 
23.05.2017 - 10:01

Uppskotið eitur løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Fríggjadagin legði Sambandsflokkurin fram sítt uppskot. Tað eitur uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum.

Fólkaflokkurin kom longu 7.mars við sínum uppskoti, løgtingslóg um fyrisiting av fiskiríkidømi. Tað uppskotið er í Vinnunevndini.

Hini bæði, tað hjá Sambandsflokkinum og tað hjá samgonguni, fáa fyrstu viðgerð mánadagin. Tey fara eisini í Vinnunevndina, sum so hevur 275 síður um fiskivinnunýskipanir at viðgera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887