Fleiri handtøkur eftir Manchester-atsókn

Fleiri handtøkur eftir Manchester-atsókn
Bretska løgreglan hevur tikið fleiri mans í syðra partinum í Manchester eftir yvirgangsatsóknina mánakvøldið
Bretska løgreglan hevur tikið tríggjar mans, so nú eru fýra mans tiknir eftir yvirgangsatsóknina í Manchester mánakvøldið, tá 22 fólk lótu
Mynd: AP  
 
24.05.2017 - 12:36

Bretska løgreglan hevur tikið tríggjar mans, so nú eru fýra mans tiknir. Men enn er ógreitt, um teir hava nakað við yvirgangsatsóknina at gera.

Ein av teimum tiknu er bróðir til 22 ára gamla mannin, sum framdi atsóknina á einari konsert í Manchester mánakvøldið, tá 22 fólk lótu lív og 64 onnur vórðu særd.

SÍ EISINI Støðan »álvarslig« hjá 20 fólkum

Bretski innanríkisráðharrin sigur, at tað er ivasamt um 22 ára gamli maðurin var einsamallur um atsóknina. Í gjárkvøldið hækkaðu myndugleikarnir yvirgangstilbúgvingina upp á hægsta stig.

Tað gjørdu bretsku myndugleikarnir, tí vandi er fyri meir yvirgangi í landinum. Tað boðaði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, frá í gjárkvøldið.

- Vit kunnu ikki útiloka, at ein stórur bólkur av fólkum møguliga hevði tilknýti til atsóknina í Manchester mánakvøldið, segði hon eftir ein fund við trygdarnevndina, Cobra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887