Frakland vil leingja undantaksstøðuna

Frakland vil leingja undantaksstøðuna
Forsetin í Fraklandi vil hava undantaksstøðuna hjá landinum longda til í minsta lagi november
Frakland skal verða í undantaksstøðu í mninst eitt hálvt ár afturat, ætlar nývaldi forsetin í Fraklandi
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
24.05.2017 - 09:58

Frakland skal verða verandi í undantaksstøðu eitt hálvt ár afturat - í minsta lagi. Tað ætlar nývaldi forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron.

Landið hevur verið í undantaksstøðu síðani yvirgangsálopið í Bataclan í november mánað í 2016, tá ein yvirgangsatsókn kravdi 130 lív og særdi útivið 400 onnur fólk.

Fransk forsetin, Emmanuel Macron, vil nú hava undantaksstøðuna í Fraklandi longda í kjalarvørrinum á atsóknini í Manchester í Bretlandi í gjár, tá 22 fólk vórðu myrd.

Boðini koma eftir ein fund í gjár, tá trygdarviðurskiftini í landinum vórðu umrødd. Lógirnar skulu eisini broytast, so Frakland er betri vart tá undantaksstøða ikki er lýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652