Nógv ætla á val flaggdagin 2018

bannari
Nógv ætla á val flaggdagin 2018
Eftir ætlan verður fólkaatkvøða um stjórnarskipan næsta ár
9 av 10 veljarunum ætla sær á val, vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi.
 
25.05.2017 - 09:46

Stórur áhugin er fyri fólkaatkvøðuni um eina føroyskan stjórnarskipan, sum verður flaggdagin næsta ár. Níggju av tíggju veljarunum ætla sær á val.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi.

534 tilvildarligir veljarar vórðu spurdir, og 89 prosent av teimum siga seg ætla at fara á atkvøða um stjórnarskipanina. 

Kanningin vísir eisini, at ein stórur meiriluti av veljarunum, 57 prosent, halda, at tað er týdningarmikið, at Føroyar fáa egna stjórnarskipan. 25 prosent av veljarunum halda ikki, at tað er týdningarmikið, at Føroyar fáa egna stjórnar skipan, meðan 19 prosent hava ikki tikið støðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819