Gera nú forkanningar

Gera nú forkanningar
Eitt kanningarlið úr Føroyum er farið til Grønlands at máta upp hús og bygningar, sum enn standa upp í Føroyingahavnini og á Nordafar-støðini
Nú skal støða takast til, hvat skal henda við Føroyingahavnini, Nordafar og øðrum smærri føroyskum útróðrarstøðum í Vesturgrønlandi. Forkanningar verða nú gjørdar
Mynd: Savnsmynd/Løgmansskrivstovan  
 
26.05.2017 - 17:13

Endamálið er at skráseta og skjalfesta báðar støðirnar. Forkanningin er neyðug fyri at taka støðu til, hvat skal henda við Føroyingahavnini, Nordafar og øðrum smærri føroyskum útróðrarstøðum í Vesturgrønlandi. 

Talan er um leivdir av bygningum í Ravnsoynni frá 1926, í Føroyingahavnini frá 1927, leiðum við Tovkusak frá 1934 og Føroyingahavnini í Aasiaat-økinum frá 1939. Støðin hjá Nordafar var virkin frá 1953 til 1985.

SÍ EISINI Fara nú at rudda Føroyingahavnina

Tað er eitt politiskt ynski frá grønlendskum myndugleikum, at Føroyar rudda upp eftir sær í Føroyingahavnini, men áðrenn støða verður tikin til burturbeining, varðveiting ella partvísa varðveiting, er neyðugt við einari forkanning.

Tí setti Løgmansskrivstovan í fjør ein bólk at standa fyri at fyrireika forkanningina. Andras Mortensen, søgufrøðingur, er formaður í bólkinum. Ein frágreiðing verður orðað seinni, og hon verður latin landsstýrunum i Føroyum og Grønlandi.

Samstarva við grønlendingar

Við á ferðini eru Bárður í Baiansstovu, arkitektur, og Helgi Johannesen, byggifrøðingur, frá Landsverki, Max Cecil Weihe, fyrrverandi stjóri í Nordafar, og Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Søvnum Landsins, sum stendur á odda fyri kanningarliðnum.

Søvn Landsins hava ábyrgdina av kanningarferðini. Forkanningin verður gjørd í samstarvi við grønlendska tjóðsavnið.

Grønlendskir savnsvørðir taka myndir, skráseta og skjalfesta Føroyingahavnina og Nordafar, og økið nærindis. Ein heimasíða er gjørd í sambandi við verkætlanina. Hon eitur foroyingahavn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585