Rektarin: Ikki ein varandi loysn

Rektarin: Ikki ein varandi loysn
Sjóvinnuhúsið kann verða Setrinum ein góð loysn í mong ár, men er ikki í sær sjálvum ein langtíðarloysn
Sjóvinnuhúsið nøktar ein bráfeingistrupulleika, og kann verða Setrinum ein góð loysn í mong ár, men er ikki í sær sjálvum ein langtíðarloysn
 
26.05.2017 - 15:33

Sjóvinnuhúsið nøktar ein bráfeingistrupulleika, og kann verða Setrinum ein góð loysn í mong ár, men er ikki í sær sjálvum ein langtíðarloysn.

Tað skrivar Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, í skrivi til Mentamálaráðið. Hann heldur eisini, at tað higartil hevur tikið ov langa tíð at fara undir hetta arbeiðið at gera eitt savnað kampusøki.

Tann arbeiðsbólkurin, sum Sigurð í Jákupsstovu, rektari, vísir á, er ein arbeiðsbólkur, ið skuldi gera eina byggiskrá fyri eitt nýtt fróðskaparsetur.

Arbeiðsbólkur ikki settur enn

Mentamálaráðið fekk í juni síðsta ár eitt tilmæli, har tað millum annað var mælt til at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika um- og útbygging av einum savnaðum setursøki. Men enn er arbeiðsbólkurin ikki settur. 

Vit venda aftur til hesa frágreiðing, men fara fyrst líta aftur á tilgongdina at fyrireika eitt savnað kampusøkið. Tí politiska skipanin og setrið hava í nógv ár tosa um, at alneyðugt er at savna virksemi hjá Setrinum, sum í dag húsast á 10 ymiskum bygningum kring býin, og væntar pláss.

Higartil hevur tað verið tosa um, at økið kring Frælsið er vælegnað, tí har liggja nógvir av bygningunum hjá Setrinum í dag. Og fleiri tilmæli eru eisini skrivað, sum hava mælt til at savna setursvirksemið á hesum økið.

Heildarætlan longu gjørd

Í 2010 bað stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya eitt arkitektavirki gera eitt skitsuuppskot til heildarætlan um at byggja út Fróðskaparsetur Føroya á Debesartrøð.

Í Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur frá 2013 verður mælt til at fara undir ætlanina at byggja og umbyggja økið á Frælsinum og Debesartrøð til eitt miðsavnað setur, og kampusøki. 

Í hesi heildarætlan fyri fólkavøkstur og fólkaflyting er ein lutfalsliga ítøkilig ætlan gjørd fyri økið, umframt greið tíðarætlan og kostnaðarmeting fyri ein part av ætlanini.

Tveir nýggir bygningar gerast

Mælt var til at byggja tveir nýggir bygningar og at umvæla og útbyggja Venjingarskúlan. Ætlanin var, at ein partur av hesari ætlan skuldi verða liðug í 2017, also í ár. Í heildarætlanini stendur soleiðis um stóra týdningin av at miðsavna setursvirksemið:

"Fróðskaparsetrið húsast í fleiri smáum eindum, sum hava við sær, at tann dynamikkur, sum er við til at gera ein hægri lærustovn lokkandi hjá lesandi og starvsfólki, saknast."

"Neyðugt er at skapa eitt miðsavnandi umhvørvi á Fróðskaparsetri Føroya, sum kann gerast eitt savningarstað hjá lesandi, starvsfókum og granskarum á Fróðskaparsetrinum og kann veita lesandi, sum taka útbúgving sum fjarlestur, møguleika at hittast í einum størri lestrarumhvørvi."

"Mælt verður til at skapa eitt umhvørvi, sum bindur eindirnar saman á Fróðskaparsetri Føroya. Eitt umhvørvi við felags bókasavni, matstovu, felagsrúmi og arbeiðsrúmi og so framvegis gevur lesandi og starvsfólki nógv betri møguleikar at vera saman og arbeiða saman."

SÍ EISINI Flyting kostar Setrinum 10 milliónir

Hetta álitið varð skrivað, tá fyrrverandi samgonga sat í Mentamálaráðnum. Men ein onnur frágreiðing er skrivað meðan núverðandi samgonga hevur sitið við valdið. 

Í juni í fjør fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, eina frágreiðing um fyrireiking av framtíðar hølisviðurskfiti hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Í hesi frágreiðing verður tað í stóran mun eisini tikið støði í, at eitt framtíðar savnað kampus skal byggjast á Frælsinum, hóast beinleiðis støða ikki veðrur tikin til, hvar tað skal liggja, og hvussu tað skal síggja út. 

Landsstýriskvinna: Frælsið er upplagt

Í røðu um hølisviðurskiftini í fjør legði Rigmor Dam eisini dent á, at Frælsi er eitt upplagt stað til eitt savnað setursumhvørvið. Hon segði millum annað, at:

"Øll tann politiska skipanin bæði á Løgtingi og í landsstýri er samd um, at her skal okkurt gerast í næstum, serliga fyri at savna tær mongu útbúgvingrnar, sum í løtuni húsast kring allan býin í setursumhvørvinum."

"Tað er soleiðis, at vit hugsa okkum eitt framtíðar ‘setursumhvørvi’ á Frælsinum, her sum vit so líðandi í umleið hundrað ár hava bygt upp eitt umhvørvi av lærdóms- og vitanarstovnum. Ynskiligt er, at virksemið og samstarvið millum stovnarnar, sum higartil er bygt upp, á frælsinum og debesartrøð, í størstan mun, heldur fram og verður útbygt."

Rektarin vísir til tiknar niðurstøður

Í hesari frágreiðing verður mælt til, at seta ein arbeiðsbólk at gera eina byggiskrá fyri framtíðarsetur, og hesin arbeiðsbólkur skuldi eftir tíðarætlanini í frágreiðingini, verða liðugur við arbeiðið at gera byggiskránni í næsta mánaða. Men hesin arbeiðsbólkur er ikki settur enn. 

Kanska tí sendi Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, teldupost til Mentamálaráðið, har hann vísir á niðurstøðurnar í frágreiðingini frá juni í fjør.

SÍ EISINI Loysnin óneyðuga dýr

Millum annað, at økið á Frælsinum og Debesartrøð verður mett vælegnað at byggja og umbyggja til nýtt savna setursumhvørvi, at næsta stig er at gera tørvslýsing av øllum virkisøkjum hjá setrinun nú og í framtíðini, og at arbeiðsbólkur átti at verða settur at gera byggiskrá fyri um og útbuygging av økinum. 

Hann vísir á, at Sjóvinnuhúsið nøktar ein bráðfeingistrupulleika, og kann verða Setrinum ein góð loysn í mong ár, men er ikki í sær sjálvum nøkur langtíðarloysn.

Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at neyðugt er at fara undir at seta tilmælini í frágreiðingini í verk, og at seta neyðugan pening og arbeuiðsorku av til at fyrireika framtíðar kampus. Tað skrivar hann í telduposti til Mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652