Her er yvirgangsmaðurin

Her er yvirgangsmaðurin
Bretska løgreglan hevur nú almannakunngjørt myndir av 22 ára gamla Salman Abedi, stutt áðrenn yvirgangsálopið í Manchester
Salman Abedi, stutt áðrenn yvirgangsálopið, sum drap 22 fólk.
 
28.05.2017 - 09:38

Fimm dagar aftaná yvirgangsálopið, sum drap 22 fólk í Manchester Arena, almannakunnger bretska løgreglan myndir av Salman Abedi, sum verður hildin at hava framt álopið, stutt áðrenn álopið var framt. 

Orsøkin er, at løgreglan vil hoyra frá øllum, sum hava sæð Salman Abedi áðrenn álopið, og hoyra hvat hann gjørdi. 

Bretska løgreglan hevur longu handtikið 13 persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsatsóknina. Milum tey handtiknu eru pápi, beiggi og systkinabarn Salman Abedi.

Men løgreglan leitar enn eftir fleiri persónum, sum kunna hava hjálpt til við yvirgangsatsóknini, og vil tí hoyra frá persónum, sum hava sæð Salman Abedi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887