Stór náttúruvanlukka á Sri Lanka

Stór náttúruvanlukka á Sri Lanka
Umleið ein hálv millión menniskju eru flutt burtur frá húsi og heimi, undan herviliga monsun-regninum, ið hevur rakt landið.
Sri Lanka er rakt av harðastu vatnflóð í 14 ár.
 
28.05.2017 - 11:45

Tað upplýsir heilsumálaráðharrin í landinum, Rajitha Sena'ratne, sambært tíðindastovuni AFP.

Fleiri staðni á Sri Lanka hevur ongantíð regnað so illa, sum tað gjørdi fríggjadagin, og nógva regnið hevur ført til bæði vatnflóð og omanlop. 

Sambært tilbúgvingini í landinum hava 126 fólk latið lív av ringa veðrinum, meðan 93 fólk framvegis ikki eru komin aftur í aftur.

Harumframt hava 50 fólk fingið somikið álvarsligan skaða í ringa veðrinum, at tey eru flutt á sjúkrahús.

Monsunregnið og vantflóðin er tað ringasta á Sri Lanka síðani 2003, tá fleiri enn 300 fólk lótu lív og 10.000 bústaðir vórðu løgd í oyði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585