Nú skal Løgtingið viðgera uppskotini

bannari
Nú skal Løgtingið viðgera uppskotini
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan
 
29.05.2017 - 08:12

Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hevur yvirskriftina "Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi," og uppskotið hjá Sambandsflokkinum eitur "Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum."

Tingfundurin byrjar klokkan 10 fyrrapartin. Tá uppskotini hava verið til fyrstu viðgerð, fara tey í vinnunevndina. Vinnunevndin viðger frammanundan eitt uppskot um fiskivinnunýskipan. Tað er frá Fólkaflokkinum.

Ein tíma undan tingfundinum í dag, tað er klokkan 9, skipa Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið fyri felags mótmælistiltaki í Klubbagarðinum. Røður verða hildnar, og tingfundurin verður eisini stroymdur á stórskíggja.

Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið siga, at verður uppskotið hjá samgonguni samtykt, fer tað at raka allar limirnar í báðum feløgum dygt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887