Frágreiðing um eldsbrunan liðug

Frágreiðing um eldsbrunan liðug
Ikki ber til at siga við vissu, hvi eldur kom í garnaskipið Vesturland, sum var á Føroya banka tann 7. januar í ár
Eldurin umborð á garnaskipinum, Vesturland, byrjaði helst í einum ev teimum trimum goymslurúmunum frammi undir bakkanum
 
29.05.2017 - 11:09

Eldurin byrjaði helst í einum av teimum trimum goymslurúmunum frammi undir bakkanum. Danska skaðanevndin hevur gjørt ein frágreiðing fyri Sjóvinnustýrið um eldsbrunan, sum gjørdi, at Vesturand bleiv vrak. 

Eingin mansskaði var.  Skaðanevndin sigur, at møguliga er ein feilur í elskipanini orsøkin til eldin. Kanningar um borð á øðrum skipum hava víst, at ávísar elskipanir hava elvt til eldsbruna, so sum íbindingardósir og lampustøð.

Sambært frágreiðingini hevði manningin á Vesturlandi tveir møguleikar, tá eldur kom í. Antin kundi hon royna at sløkkja eldin ella fara av skipinum.

Manningin kundi ikki sløkkja eldin

Áðrenn tíggju minuttir vóru farnir, avgjørdi skiparin, at teir skuldu fara av skipinum, millum annað tí, at onnur roykkavaraútgerðin ikki riggaði beinanvegin. Tað var ein røtt avgerð, sigur Skaðanevndin.

At skiparin so skjótt gjørdi av at fara av skipinum gjørdi eina skjóta og væl skipaða bjarging gjørliga. Skaðanevndin heldur ikki, at tað hevði borið til hjá manningini at sløkt eldin.

Tíggju mans vóru við Vesturlandi. Yvirmenninir eru føroyingar, og dekkararnir eru úr Litava, Lettlandi og Filipsoyggjunum. Eingin eldávaring var. Kokkurin sá roykin, tá hann fór fram undir bakkan eftir provianti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584