Herleif Hammer nýggjur stjóri á Tjóðsavni Føroya

Herleif Hammer nýggjur stjóri á Tjóðsavni Føroya
Hann tekur við starvinum sum stjóri á Tjóðsavni Føroya frá 1. august 2017, og starvið er áramálssett í fimm ár
 
29.05.2017 - 11:51

Herleif Hammer er 46 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti, umframt at hann hevur tikið leiðsluútbúgving “Ledelse i praksis”.

Í løtuni starvast hann sum rektari í Hoydølum og sum undirvísingarstjóri á Glasi.

Herleif Hammer hevur m.a. drúgvar leiðsluroyndir frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði (Glasir), har hann hevur starvast síðstu 15 árini, bæði sum umsitingarleiðari, vararektari og síðan 2013 sum rektari, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585