Nýggja kunngerðin send til hoyringar

Nýggja kunngerðin send til hoyringar
Tað skal framvegis áliggja kommununum at týna rottur, bæði í bygdum øki og óbygdum og á sjónum. Kunngerðin frá 1962 skal nú dagførast
 
29.05.2017 - 16:23

Kommunustýri skulu fyri hvønn bý og hvørja bygd hava skikkað aktingarfólk at útinna skylduna hjá kommununum sambært kunngerð um fyribyrging og týning av rottu.

Ein og hvør, sum varnast rottu, skal alt fyri eitt boða kommunustýrinum frá. Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur nú sent uppskotið um nýggja kunngerð um rottur til hoyringar.

Hoyringarfreistin er til 23. juni. Kunngerðin kemur í staðin fyri galdandi kunngerð, sum er frá 1962. Rotta er ikki um allar Føroyar.

SÍ EISINI Fuglafrøðingur: Steðgið gitingunum

Rottufríu oyggjarnar í 2017 eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur.

Kunngerðin sigur, at kommunustýri skal seta upp skelti á fleiri tungumálum við kunning um rottu, fráboðanarskyldu og rottufyribyrgjandi tiltøk á farstøðum, bryggjum og tyrlupallum, haðani farið verður til rottufría oyggj.

Umhvørvisstovan samskipar fyribyrging og rottutýning, og hon hevur heimild at áleggja kommunustýrum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti. Ein árlig frágreiðing skal gerast um rottufyribyrging og rottutýning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584