Systkin vunnu leikritakappingina

bannari
Systkin vunnu leikritakappingina
Stórasystir og lítlibeiggi vunnu leikritakappingina hjá Kringvarpinum
Súsanna Tórgarð og Hans Tórgarð
Mynd: Kári Sólstein  
 
31.05.2017 - 20:45

Í beinleiðis sending í kvøld, varð avdúkað hvør hevði skrivað besta, og hvør hevði skrivað næstbesta leikrit til leikritakappingina hjá Kringvarpinum.

Uttan at vita av hvørjum øðrum høvdu systkini Súsanna og Hans Tórgarð sent hvør sítt leikrit inn til leikritakappingina. Og tað sermerkta var, at í báðum leikunum verður farið biltúr. Súsanna segði í viðtalu við Gunnar Nolsøe, vertin á mentannarkaféini, at hon í fleiri ár hevði havt hesa søguna í huganum. Hetta er ein leikur, sum byrjar millum Hósvík og Kollafjørð, og endar við Leynavatn. Nakrir fáir steðgir á vegnum, og so er hálvi tímin farin, sum leikurin skuldi vara.

Súsanna Tórgarð fekk 1.virðisløn fyri leikin “Mynd í ódnarveðri”. Og í niðurstøðuni hjá dómsnevndini stendur m.a., at “leikurin er sera væl skrivaður við samrøðu í høgari ferð, og einum greiðum, dramatiskum bygnaði. Lurtarin verður hildin í spenningi frá byrjan til enda”.

Hans Tórgarð fekk 2.virðisløn fyri leikin "Norðureftir". Dómsnevndin skrivaði m.a. í grundgevingini, at “leikurin tekur lurtaran við á eina ferð í ein gerandisligan og samstundis ófrættakendan heim. Persónarnir dragast við spurningar, sum einans lurtarin kann svara”.

Eisini í leikinum hjá Hansi, fer leikgongdin fram í einum bili. Hugskotið at skriva ein slíkan leik kom, tá Hans spældi við í leikinum: ´Ímeðan vit bíða eftir Godot" hjá Samuel Beckett, tá leikurin varð settur upp á Tjóðpallinum fyri nøkrum árum síðani. Hvussu kunnu tveir menn í einum bili tosa saman um alt møguligt, og siga bæði eitt og annað, uttan at tosa um tað, sum teir av røttum veruliga áttu at tosa um.

Tað var í sambandi við, at 6. februar í ár vóru seksti ár liðin, síðan útvarpið hjá Kringvarpinum byrjaði at senda. Ein táttur, sum tá beinanvegin vann frama og fekk stóran týdning millum, fólk var útvarpsleikurin. Seinnu árini er útvarpsleikur til vaksin mestsum dottin niður fyri, men barnaútvarpið hevur tó alla tíðina bjóðað ungu lurtarunum leikir, drama og jólakalendarar. Ásannast má, at tekstslagið og útvarpsleikur, livir sítt fríska lív. Í grannalondum okkara og um allan heim verða útvarpsleikir framleiddir, enntá verða filmir skrivaði um til útvarpsleik.

Í eini roynd aftur at vekja útvarpsleikin og fáa til vega leikrit, sum kunnu sendast í útvarpinum, varð hendan kappingin boðin út. Og tá freistin var farin 20.apríl, vóru ikki færri enn 12 handrit komin inn.

Og í kvøld vóru vinnararnir avdúkaðir og vinningarnir handaðir.

Dia Midjord, kringvarpsstjóri, avdúkaði vinnararnar, og umframt skreytbløð og sóljutyssi fáa vinnararnir peningin, sum var at vinna. Fyrsta virðisløn var 25.000 kr, og  onnur virðisløn var 10.000 kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802