Skal verða bíligari at velja grønar loysnir

Skal verða bíligari at velja grønar loysnir
Landsstýrið ætlar at loyva SEV at selja teimum, sum hava elbilar og hitapumpur, bíligari streym
- Tað skal vera bíligari at hava elbil framyvir, halda Sirið Stenberg og Kristina Háfoss
Mynd: Savn  
 
03.06.2017 - 11:25

Í fráboðan frá landsstýriskvinnunum Sirið Stenberg og Kristinu Háfoss stendur, at eftir ólavsøku kemur uppskot um lóg, sum skal gera el til hitapumpur og til elbilar bíligari. Tær siga, at arbeitt verður eisini við tilmælum um onnur ítøkilig uppskot um átøk fyri at røkka málinum hjá SEV, sum er 100 prosent grøn orka í 2030.

SEV boðaði frá fyri meira enn einum ári síðani, at SEV vil selja bíligari streym til teirra, sum hava elbil ella hitapumpu, tað eru tey, sum brúka grøna orku. SEV eftirlýsti tá lógarbroytingina, sum loyvir tí.

Sambært landsstýrinum kemur hon í Løgtingið eftir ólavsøku í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718