Forkvinna: Støðan er ótolandi

Forkvinna: Støðan er ótolandi
40 prosent av ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum eru sjúkrameldaðar. Ótolandi støða, sigur forkvinna í fakfelag
 
12.06.2017 - 08:05

Tað skrivar in.fo í morgun og endurgevur forkvinnuna í Ljósmøðrafelagnum, Rannvá Simonsen, fyri at siga, at støðan á Landssjúkrahúsinum er ótolandi. 

- Vit hava limir, sum hava arbeitt í eitt døgn. Vit arbeiða ov nógvar tímar og eru undir sálarligum trýsti, nú støðan er blivin so ótolandi á deildini, sigur Rannvá Simonsen við in.fo.

1. apríl vóðru broytingar gjørdar á Landssjúkrahúsinum. Millum annað varð avgerð tikin um, at virksemið framyvir verður býtt sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild og skulu ljósmøðir ikki starvast á hesi barsilsdeild.

SÍ EISINI Broytingar gerast á føðideildini

Ein avgerð, sum ljósmøðurnar kærdu til Heilsumálaráðið - tann kæran er ikki liðugt viðgjørd enn.

Nú sigur forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum, at nú er ovboðið, tí 40 prosent av ljósmøðrunum eru sjúkrameldaðar og hinar eru undir stórum trýsti. Hetta merkir, at nógvir vikararar eru á deildini.

Sambært stjóranum sjálvum, Johnny í Grótinum, er talan um roynd fólk, sum hava verið á Landssjúkrahúsinum áður - men hann er samdur við Rannvá Simonsen um, at vikararar ikki er besta loysnin. Men, sigur hann:

- Hetta er uttan iva besta alternativið, nú okkara egnu ljósmøður hava so stórt fráfall, sigur sjúkrahússtjórin, Johnny í Grótinum, við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887