Hetta verður nú bannað í Madrid

Hetta verður nú bannað í Madrid
Býráðið í spanska høvuðsstaðnum hevur fingið nokk av mannfólkum, sum gleiva í almenna rúminum
Myndugleikarnir í Madrid banna nú monnum at gleiva, tá teir ferðast við almenna flutningsfelagnum í spanska høvuðsstaðnum. Óhóskandi atburður, sum ger mun á kynunum, heldur kvinnurørsla
 
12.06.2017 - 16:07

Bannið í Madrid kemur í kjalarvørrinum á atfinningum frá kvinnurørsluni, Mujeres en Lucha (Kvinnur í stríði), sum átala, at menn í Madrid gleiva í almenna rúminum.

Kvinnurørslan heldur, at tað er óhóskandi atburður, tá menn, ið brúka almennu flutningsfeløgini, gleiva, tá teir sita niðri, tí tað verður ikki góðtikið, um kvinnur gera tað.

- Hugtakið, ið nevnist "Manspreading," ger mismun á kynunum. Vit halda, tað hjálpir at seta orð á trupulleikan, sigur ein talskvinna fyri flokkin, Podemos, ið legði uppskotið fyri býráðið í Madrid.

Skelti sett upp

Herferðin hjá kvinnurørsluni hevur longu fingið undirtøku í býráðnum í spanska høvuðsstaðnum. Skelti eru sett upp í bussum og tokum, ið heita á menn um ikki at gleiva, tá teir sita.

Meira enn 10.000 fólk í Madrid hava fyribils skrivað undir eina áheitan til myndugleikarnar um at banna monnum at gleiva, tá teir brúka almenn flutningsfeløg í spanska høvuðsstaðnum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ljós verður varpað á "trupulleikan." Almenna flutningsfelagið í New York heitti í 2014 eisini á menn um ikki at gleiva í almenna rúminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691