Ósamd um strikað veiðiloyvi

Ósamd um strikað veiðiloyvi
Vørn var ikki samt við Fiskimálaráðið um afturtøkuna av loyvunum hjá Slættabergi og Nærabergi. Krav um endurgjald kann spyrjast burturúr, sigur Vørn
 
13.06.2017 - 10:34

Tað sæst í samskiftinum millum Vørn og Fiskimálaráðið. Í svari til Fiskimálaráðið, sum biður Vørn um at annulera flytingina av veiðiloyvunum hjá Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg, sigur Vørn.

"Vørn skal viðmerkja, at hóast niðurstøðan í skrivinum sigur, at avgerðirnar skulu annullerast,  so stendur ikki beinleiðis, at loyvini skulu afturkallast. Havandi í huga málið um Jógvan S., er tað rættuliga sannlíkt, at ein afturkalling fer at føra til sak um endurgjald, sum reiðaríið fer at vinna. Hetta tí eins í málinum um Jógvan S., er borgarin í góðari trúgv og hevur innrættað seg til fiskarí og er í løtuni til fiskiskap" skrivar Vørn.

Longri niðri í svarinum skrivar Vørn: "Samanumtikið metir Vørn ikki, at avgerðirnar lógliga kunnu afturkallast."

SÍ EISINI Umboðsmaðurin upp í málið

Fiskimálaráðið svarar Vørn aftur, at Fiskimálaráðið gevur Vørn boð um at gera til einkis (annullera) avgerðirnar viðvíkjandi flyting av veiðuloyvum av Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg. 

Viðvíkjandi spurninginum um møguligt endurgjald, sum Vørn ger vart við, viðmerkir ráðið, at hetta er ein annar spurningur í málinum, ið skal viðgerast, um eitt endurgjaldskrav verður sett fram av pørtunum, sæst í svarinum frá Fiskimálaráðnum til Vørn.

Veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi eru annullerað til 26. juni. Reiðaríið hevur freist at svara avgeriðini 23  juni. Advokaturin hjá reiðarínum hevur kært avgerðina til løgtingsins umboðsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887