Truplari hjá vinnuni at fáa lán

bannari
Truplari hjá vinnuni at fáa lán
Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan fer at gera tað munandi minni áhugavert hjá BankNordik at fíggja fiskivinnuna
Tað verður nógv truplari at fáa lán í BankNordik til fiskivinnuna í framtíðini
 
13.06.2017 - 09:02

Tað verður nógv truplari at fáa lán í BankNordik til fiskivinnuna í framtíðini. Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan fer at gera tað munandi minni áhugavert hjá BankNordik at fíggja fiskivinnuna.

BankNordik er avgjørdur í einum nýggjum hoyringarskrivi, ið er sent Vinnunevndini hjá Løgtinginum. BankNordik ivast ikki í, at um nýggja fiskivinnulóggávan hjá samgonguni hevði verið galdandi seinastu árini, hevði fiskivinnan kastað minni av sær til samfelagið.

Tí sterku og vælriknu reiðaríini høvdu ikki havt somu virðisøking sum tey hava nú. BankNordik sigur, at hóast okkurt gott er í uppskotinum, so fer fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni at leggja fótonglar fyri jaligu gongdini í pørtum av fiskivinnuni seinastu árini.

BankNordik mælir millum annað frá at útihýsa útlendskum pengum í fiskivinnuni. Nógvur peningur skal útvegast og síðani flytast av landinum, skulu útlendingar, sum í dag eru í føroysku fiskivinnuni, selja føroyingum sín part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851