Kaldbaksfólk kæra um grótið á Sundi

Kaldbaksfólk kæra um grótið á Sundi
Avgerðin hjá Tórshavnar kommunu at fylla grót upp eystan fyri bryggjuna á Sundi er kærd til Innlendismálaráðið.
Mynd: savnsmynd  
 
14.06.2017 - 10:50

Á-hugafelagið í Kaldbak hevur handað Sirið Stenberg 80 undirskriftir við kravi um, at Innlendismálaráðið ógildar avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu um at fylla grót upp eystan fyri bryggjuna á Sundi. 

Á borgarafundi í Kaldbak var semja um at klaga Tórshavnar kommunu fyri brot á § 2, í kunngerð nr. 67 frá 12. oktober 1976 um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu.

Orsøkin er, at býráðið 2. mars 2017 tók avgerð um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Sund, hóast Kaldbaksnevndin ikki hevði viðgjørt málið, og hóast nærum allir borgarar í Kaldbak mótmæltu einari útbygging av vinnuøkinum á Sundi.

Kæran

Í kæruni stendir millum annað: Sambært § 2 í omanfyri nevndu kunngerð eru treytirnar fyri samanlegging tær, sum standa í sáttmálanum um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu frá 30. mars 1974. Sambært § 6, 2. punkt í hesum sáttmála skulu øll mál, sum viðvíkja Kaldbaks kommunu verða løgd fyri bygdaráðið, áðrenn tey verða viðgjørd á býráðsfundi. Kaldbaksnevndin er síðani sett í staðin fyri bygdaráðið, men sjálvur samanleggingarsáttmálin er enn galdandi, og er hann ongantíð uppsagdur ella broyttur.

Kaldbaksnevndin, sum sambært § 32, 2 petti í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu skal gera tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak at gera, hevur ongantíð fingið høvi at viðgera málið um útbygging av vinnuøkinum á Sundi ella at gera tilmæli í málinum. Kaldbaksnevndin varð tann 19. januar 2017 innkallað á fund, har málið varð framlagt til kunningar. Hetta meta vit ikki er í tráð við ásetingina í sáttmálanum um at vera tilmælandi myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi Kaldbak.

- Vit fara at heita á landsstýriskvinnuna í kommunumálum um, við heimild í § 55 í Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri, at ógilda avgerðina hjá Tórshavnar kommunu frá 3. mars 2017 um at fylla grót upp eystan fyri verandi bryggju á Sundi.

Vit fara samstundis at heita á landsstýriskvinnuna um, meðan málið er til viðgerðar, fyribils at steðga Tórshavnar kommunu í arbeiðinum at fylla 50.000 kvm. av sjóøki á Sundi upp við gróti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010