Rendi á farmaskip

Rendi á farmaskip
Eitt amerikanskt sjóverjuskip rendi í gjár á eitt filipinskt farmaskip 56 sjómíl frá japanska havnabýnum Yokosuka.
USS Fitzgerald
Mynd: BBC  
 
17.06.2017 - 12:12

Sjey fólk umborð á sjóverjuskipinum USS Fitzgerald eru ikki komin afturíaftur eftir samanstoytin. Millum tey skaddu er herðovastin umborð á USS Fitzgerald, sum var fluttur á sjúkrahús. Tað skrivar BBC á heimasíðuni.

Filipinska farmaskipið, ACX Crystal, sum var á veg til Tokyo, gjørdi eina kúvending 25 minuttir áðrenn samanstoytin. Enn vita myndugleikarnir ikki at siga, hví farmaskipið skifti kós.

Óhappið hendi í einum øki, har sera nógv sjóferðsla er. Líknandi óhapp hava verið har fyrr, sigur almenna japanska sjónvarpsstøðin NHK.

Farmaskipið fekk minni skaða í bógvin, og eingin av teimum 22 umborð fingu skaða.

Japanska sjóverjan leitar nú eftir teimum sjey fólkunum, sum eru partur av manningini umborð á USS Fitzgerald.

Eisini verður kannað, hvussu eitt skip við einum av mest framkomnu radaraskipanum í heiminum kundi renna á eitt stórt farmaskip í góðum veðri og í góðum sýni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964