Umstríddur leitibrunnur í Barentshavinum

Umstríddur leitibrunnur í Barentshavinum
Umhvørvisfelagsskapir hava stevnt norska statinum, fyri at hava givið Statoil loyvi at bora eftir olju.
Mynd: Statoil (savnsmynd)  
 
17.06.2017 - 12:07

Statoil hevur fingið loyvi at bora ein umstríddan leitibrunn í Barentshavinum, GHemini Nord. Brunnurin liggur umleið 150 fjórðingar úr Norðkapp og 100 fjórðingar úr Bjarnoynni.

Boringin byrjar í juni, og skal eftir ætlan vara í 19 samdøgur.

Felagskapirnir, Náttúra og Ungdómur og Greenpeace, hava stevnt norska statinum, tí felagskapirnir vilja vera við, at boringin í Barentshavinum er ólóglig.

Málið kemur fyri rættin í november, men hóast tað, so hevur Statoil fingið loyvi til royndarboring longu í summar, sigur formaðurin í Greenpeace, Truls Gulowsen við norska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585