Føroyingar hjálpa grønlendingum

Føroyingar hjálpa grønlendingum
Føroya landsstýri fer at lata tvær milliónir krónur til Grønlands, har ógvislig flóðalda rakti um vikuskiftið
Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur í hjálp
 
19.06.2017 - 16:47

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í dag verið í sambandi við Kim Kielsen, landsstýrisformann í Grønlandi, og boða honum frá um hjálpina úr Føroyum.

- Í telefonsamrøðu við grønlendska landsstýrisformannin bar eg fram vegna Føroya fólk okkara samhuga við grønlendska fólkinum í hesari sváru støðu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur í hjálp.

- Eg boðaði Kim Kielsen frá, at vit alt fyri eitt eru til reiðar at hjálpa við tveimum milliónum krónum. Grønlendski landsstýrisformaðurin takkaði fyri. Tað er mín vón, at okkara íkast kann gera ein mun í Grønlandi, sigur løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691