Minni enn væntað í vinningsbýti

Minni enn væntað í vinningsbýti
Landskassin fekk nógv minni enn væntað í vinningsbýti og frá danska Tjóðbankanum í fjør
Landskassin fekk nógv minni enn væntað í vinningsbýti og frá Danmarks Nationalbank í fjør
 
20.06.2017 - 15:50

Landskassin fekk nógv minni enn væntað í vinningsbýti og frá Danmarks Nationalbank í fjør. Í fíggjarlógini varð roknað við tíggju milliónum krónum frá Tjóðbankanum, men haðani komu bara 5,5 milliónir. 

Landskassin fær part av yvirskotinum hjá Tjóðbankanum. Føroyski parturin verður roknaður sum lutfallið millum føroyska seðlaumfarið og alt seðlaumfarið í ríkinum við ársenda. 

Væl minni frá frá partafeløgum og grunnum

Í fíggjarlógini fyri 2016 vóru 55 milliónir í vinningsbýti frá partafeløgum, sum landið eigur í, og frá grunnum. Roknað varð við tíggju milliónum frá BankNordik, men haðani komu sjey milliónir.

Samanumtikið fekk landskassin næstan 23 milliónir krónur minni enn væntað frá partafeløgum og grunnum í fjør. Í fíggjarlógini varð roknað við 13 milliónum frá Húsalánsgrunninum, Búnaðargrunninum og Realinum. 

Haðani kom ikki eitt oyra í fjør. Roknað varð eisini við 42 milliónum í vinningsbýti, men bara góðar 32 milliónir komu frá Smyril Line, Tjaldri og Telefonverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584