Borgarstjórin forðaði fyri atkvøðugreiðslu

Borgarstjórin forðaði fyri atkvøðugreiðslu
Býráðið í Havn slapp ikki at atkvøða um uppskotið hjá andstøðuni um at steðga arbeiðinum við útfyllingini á Sundi
Minnilutin í Tórshavnar býráð vildi sleppa at atkvøða um, hvørt arbeiðið at byggja út vinnuøkið á Sundi við grót úr Eysturoyartunlinum, skuldi steðgast alt fyri eitt. Men Annika Olsen forðaði atkvøðugreiðsluni við einum øðrum uppskoti
 
21.06.2017 - 12:22

Minnilutin í Tórshavnar býráð vildi sleppa at atkvøða um, hvørt arbeiðið at byggja út vinnuøkið á Sundi við grót úr Eysturoyartunlinum, skuldi steðgast alt fyri eitt.

Men Annika Olsen forðaði atkvøðugreiðsluni við einum øðrum uppskoti. Tað var, um alt orðaskifti í málinum skuldi steðga. Av tí at uppskotið hjá borgarstjóranum var meira víðfevnt, slapp tað til atkvøðugreiðslu fyrst, og var samtykt.

Sambært løgfrøðini hevur ein borgarstjóri rætt til at steðga eini atkvøðugreiðslu, eitt nú um tað er soleiðis, at einki nýtt er í málinum.

Uppskotið hjá samgonguni vísti ikki á aðrar møguleikar til grótið úr Eysturoyartunlinum. Tí var tað torført at grundgeva fyri, at málið var broytt. Hinvegin er tað sera óvanligt at forða einum uppskoti at sleppa til atkvøðugreiðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010