Nýggj trygdarskipan í Sumbiartunnilin

Nýggj trygdarskipan í Sumbiartunnilin
Nýggj trygdarskipan, ið sjálvvirkandi skal kunna steingja Sumbiartunnilin um neyðugt, skal nú gerast í tunlinum
Nýggj trygdarskipan skal nú gerast í Sumbiartunlinum, sum við sínum 3.240 metrum er longsti landtunnil í Føroyum
Mynd: Savnsmynd/Wikimedia Commons  
 
21.06.2017 - 16:10

El-Service á Skála skal gera nýggja el- og trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Tað hava Landsverk og EL-Service gjørt sáttmála um, skrivar Landsverk á heimasíðuni, landsverk.fo

Avtalan fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í Sumbiartunlinum, sum fer at vera á sama støði sum í Viðareiðistunlinum.

Tað vil siga við ljósi, neyðljósi, trygdarskápum við telefonum og eldsløkkjarum, tólum sum kunnu máta vandamikil gass úr bilum, vakmyndatólum, stoppljósum og bummum. 

Ein millión brúkast í ár

Ein sonevnd SRO-skipan, skal setast upp, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.

Trygdaarbeiðið í Sumbiartunlinum verður gjørt í byggistigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av, hvussu stór játtanin verður.

Til arbeiðið verða í ár nýttar 1,0 millión krónur, ið fara til at gera teknikkhús og fáa lagt inn streym í tunlinum til fartelefonskipanina, sum Føroya Tele fer at seta upp í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887