Fiskidagatalið óbroytt

Fiskidagatalið óbroytt
Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal næsta ár sum í ár, 20.660 dagar
 
26.06.2017 - 07:57

Fiskidaganevndin sigur, at viðrákið í náttúruumstøðunum seinastu tvey-trý árini hevur gjørt, at týðandi botnfiskastovnar vaksa.

Sum heild meta fiskimenn, at fiskurin er feitur, fiskastovnarnir eru betur fyri nú, og tilgongdin er hampilig ella góð. Fiskidaganevndin er nevndin hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni.

Tilmælið hjá nevndini til landsstýrismannin í fiskivinnumálum byggir millum annað á samrøður við fiskimenn, sum nevndin ger hvørt ár. Sum heild lata fiskimenn væl at í ár.

Fiskidaganevndin vísir eisini á, at seinastu 20 árini er fiskidagatalið skorið úr 49.585 døgum í 1997 niður í 20.660 dagar fiskiárið 2016/17. Skerjingin er stívliga 58 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887