Neyðugt at søkja umaftur

Neyðugt at søkja umaftur
Hóast 10 umsóknir komu inn til skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum í Havn, vil Mentamálaráðið hava fleiri umsóknir at velja í
 
26.06.2017 - 15:27

Starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum er tí lýst leyst av nýggjum. Upprunaliga umsóknarfreistin var úti mánadagin í síðstu viku, og tá ið avtornaði, komu 10 umsóknir inn.

Í starvslýsingini stendur, at hevur tú hugsjónir um skúlamenning og áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

Skúlin á Fløtum fatar um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman 1. januar 2015. Evsta mark, at søkja starvið, er 5. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851