Veiðiloyvini verða flutt aftur

Veiðiloyvini verða flutt aftur
Á middegi í dag skuldu veiðiloyvini hjá ídnaðarskipunum Nærabergi og Slættabergi flytast aftur til línuskipini Helenu og Eysturoying
 
26.06.2017 - 08:51

Tað fekk P/f Næraberg at vita frá Vørn 9.juni. Vørn fekk boð frá Fiskimálaráðnum um at taka loyvini frá Nærabergi og Slættabergi. Men í ætlanarskrivi, sum varð sent felagnum 16.juni, verða loyvini flutt 7.juli á middegi.  

P/f Næraberg hevur kært avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um at ógilda veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi til Løgtingsins umboðsmann og útilokar ikki, at farið verður í rættin við málinum. 

Felagið sigur, at nógvir skeivleikar eru í málsviðgerðini hjá fiskiveiðimyndugleikanum. Felagið kann á ongan hátt góðtaka avgerðina at taka aftur veiðiloyvini frá Nærabergi og Slættabergi. Skipini fiska ikki í løtuni. Næraberg liggur í Kollafirði og Slættaberg í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585