Nú eru 1.000 fólk í kommununi

Nú eru 1.000 fólk í kommununi
Borgari nummar 1.000 í Sjóvar kommunu varð føddur leygardagin. Hetta er ikki fyrstu ferð, íbúgvaratalið í kommununi kemur uppá 1.000
 
27.06.2017 - 16:24

Fólkatalið í Sjóvar kommunu eru nú aftur 1.000. Tað hendi leygardagin, tá ein genta varð borin í heim, hvørs foreldur búgva á Strondum, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Hetta er triðju ferð, at fleiri enn 1.000 fólk búgva í Sjóvar kommunu.  Fyrstu ferð var seinast í 80’unum og so aftur fyrst í hesi øldini, tá fólkatalið eitt skifti var komið uppá 1.048.

Men so kom vend í, burðartalið fall og fólk fluttu úr bygdunum, og kommunan hevur verið heilt niðri á 932 fólkum, skrivar Sjóvar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652