Rannvá tapti hálvfinaluna

bannari
Rannvá tapti hálvfinaluna
Rannvá Djurhuus Carlsson sleppur ikki at verja gullið, sum hon vann í Jersey fyri tveimum árum síðani
Rannvá Djurhuus Carlsson í hálvfinaluni í móti Grønlandi
Mynd: Solby Christiansdóttir  
 
29.06.2017 - 14:35

Tað verður onki finalupláss til Rannvá Djurhuus Carlsson í einmansleiki, tí hon tapti 2-1 fyri Grønlandi í hálvfinaluni.

Rannvá legði hart út í fyrsta setti og kom framum, men tað gekk nokk so javnt á kortini. Og tá komið var í helvt, var grønlendska Sára Jacobsen frammanfyri 11-9.

Men steðgurin gjørdi Rannvá væl, og hon kom sterkt aftur. Hon fekk sítt álopsspæl at koyra væl og vann fyrsta settið 21-15.

Mynd: Lív Mortensen

Grønland svarar aftur

Annað sett byrjaði munandi betur fyri Sáru Jacobsen enn fyri okkara Rannvá. Tí eitt skifti var Sára á odda 9-3, og tá steðgurin kom, var støðan 11-6.

Og í hesum settinum fekk Rannvá ikki sítt spæl at koyra, og tað endað við, at Sára Jacobsen vann settið 21-14. Og so var 1-1 í settum og neyðugt við triðja og avgerandi settinum.

Orkan gekk undan

Triðja og avgerandi settið vippaði báðar vegir heilt frá byrjan av. Tað gekk øgiliga javnt, og tá steðgurin kom, var 11-10 til Grønland. Fjeppararnir hjá báðum spælarunum koyrdu á sínar spælarar fyri at fáa tær at vinna. 

Men Sára Jacobsen byrjaði betur, og hon kom upp á 17-10, áðrenn Rannvá fekk nakað stig. Rannvá stríddist, men tað gekk ikki. Hon tapti avgerandi settið 21-14, og harvið finaluplássið.

- Orkan var uppi, segði Rannvá Djurhuus Carlsson beint aftan á dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851