Hollendska stjórnin trýstir danir

bannari
Hollendska stjórnin trýstir danir
Hollendska sendistovan í Danmark hevur vent sær til danska forsætismálaráðið um føroysku fiskivinnunýskipanina
 
30.06.2017 - 06:50

Stjórnin í Hollandi er sera ørkymlað um ætlaninar hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan, sigur sendistovan í telduposti, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Í teldupostinum, sum er sendur 6. juni í ár, skrivar sendistovan til danska forsætismálaráðið:

"Fyrst av øllum, so er stjórn mín rættuliga stúrin um uppskotið um fiskivinnunýskipan í Føroyum, ið fer at hava álvarsamar avleiðingar fyri útlendsk feløg, ið hava gjørt íløgur í føroysku fiskivinnuna."

Hvønn skulu vit tosa við?

Sendistovan sigur seg verða greiða um, at talan er um innanhýsis føroysk viðurskifti, men sigur samstundis, at av tí at Føroyar eru partur av danska ríkinum, og av tí at londini, tað vil siga Danmark og Holland, eru tættir samstarvsfelagar, vilja tey kunna danir um hetta.

Síðan spyr sendistovan, hvønn tey skulu tosa við í danska forsætismálaráðnum um málið.

Danska forsætismálaráðið biður sendistovuna venda sær til Dan M. Knudsen, ið tekur sær av føroyskum viðurskiftum í forsætismálaráðnum, og sum er fyrrverðandi ríkisumboðsmaður í dag.

Kringvarpið hevur samskift við Dan M. Knudsen, men hann vísir til forsætismálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819