Tolið við Norðurkorea er uppi, sigur Donald Trump

Tolið við Norðurkorea er uppi, sigur Donald Trump
Á fundi við amerikanska forsetan fekk suðurkoreanski forsetin ikki undirtøku fyri nýggjum diplomatiskum stigum.
Norðurkoreansk rakett
Mynd: Savnsmynd  
 
01.07.2017 - 14:05

- Satt at siga, so er tolið uppi.

Tað segði amerikanski forsetin Donald Trump eftir at hava hitt suðurkoreanska forsetan, Moon Jae-In, í Hvítu húsunum.

- Bæði USA og Suðurkorea verða hótt av einum harðrendum og samvitskuleysum stýri í Norðurkorea. Kjarnorku- og rakettætlanir landsins krevja eitt støðufast svar, segði Donald Trump á tíðindafundi saman við suðurkoreanska forsetanum.

Moon Jae-In hevði sær eina nýggja diplomatiska ætlan fyri viðurskiftini við Norðurkorea, sum hann legði fyri amerikanska forsetan.

Donald Trump sá tó lítla meining í ætlanini, og segði, at støðan er tann sama hjá bæði Suðurkorea og USA.

- Bæði londini verða hótt av einum harðrendum og samvitskuleysum stýri í Norðurkorea. Kjarnorku- og rakettætlanir landsins gera tað neyðugt at geva norðurkoreanarum eitt avgjørt svar, segði Donald Trump.

Støðan hevur hægstu raðfesting

Hóast ósamdir um nýggju diplomatisku stigini eru amerikanski og suðurkoreanski forsetin samdir um at samskipa politikkin móti Norðurkorea, og at støðan á koreansku hálvoynni hevur hægstu raðfesting.

Tá Donald Trump sigur, at tolið við Norðurkorea er uppi, vísir hann á áður førdan amerikanskan politikk, har tolið við Norðurkorea hevur havt við sær, at landið hevur ment og mennir kjarnorkuvápn og langtberandi rakettir við tí endamáli at hótta USA.

Amerikanarar óttast royndirnar við langtberandi rakettum, og høvdu teir nakað álit á Norðurkorea, so hvarv tað, tá 22 ára gamli studenturin Otto Warmbier doyði stutt eftir at vera komin aftur til USA úr norðurkoreanskum fongsli, har hann hevði sitið síðani januar mánað í fjør, dømdur 15 ára fongsul fyri at hava tikið eina propagandaplakat.

---

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652