Álop við sýru í London

Álop við sýru í London
Bretska løgreglan hevur biðið almenningin um hjálp at finna upplýsingar um fleiri álop við sýru í London í gjárkvøldið
 
14.07.2017 - 17:48

Metropolitan Police í London kannar fimm hendingar í gjárkvøldið, har fimm persónar eru álopnir við at sýra er kastað á tey. 

Allar fimm hendingarnar vóru innanfyri 90 minuttir, og fóru fram í eysturpartinum av London.  Har koyrdu gerningsmenninir á prutli upp á síðuna av ofrinum og stoyttu sýru ella líknandi vætu í andlitið á teimum.

Ofrini vóru flutt á ymisk sjúkrahús í London. Eitt av teimum hevur fingið "lívsbroytandi skaða", skrivar BBC.

Tannáringur handtikin

Fyrsta álopið hendi, tá ein 32 ára gamal maður um hálvgun ellivu-tíðina í gjárkvøldið koyrdi á prutli sínum í økinum við Hacney. Tveir menn koyrdu upp á síðuna á og stoyttu etsandi løg í andlitið á honum. Síðani stjólu teir prutlið.

Næsta tíman hendu fýra líknandi álop aftrat, og løgreglan heldur, at álopini kunnu knýtast saman.

Ein tannáringur handtikin í málinum. Hann er nú á politistøðini í eystur London, skrivar Metropolitan Police í tíðindaskrivi, sambært Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585