Opin uppboðssøla í august

Opin uppboðssøla í august
Fyrsta opna uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin 22. august, boðar Fiskamarknaður Føroya frá
 
14.07.2017 - 16:45

Tá verða 5.447 tons av makreli seld og 1.106 tons av fiski í russiska partinum av Barentshavinum.

Fyri at sleppa at bjóða eru somu treytir galdandi sum Vørn hevur ásett fyri afturlætnu uppboðssøluna, og skjálprógvini skulu sendast til Vørn.

Fyrsta “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður tveir dagar seinni, hósdagin 24. august. Tað boðaði Vørn frá fyrrapartin.

Tá verða seld 5.447 tons av makreli og 1.107 tons av russiska og 614 tons av norska botnfiskinum í Barents-havinum.

Meir sæst um uppboðssøluna á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya og heimasíðuni hjá Vørn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819