Tveir fyribilsstjórar setast

Tveir fyribilsstjórar setast
Tveir stjórar verða fyribilssettir í Betri eftir at forstjórin í gjár fráboðaði, at hann fer úr starvinum
 
14.07.2017 - 12:23

Tveir fyribils stjórar verða settir fyri Súna Schwartz Jacobsen, sum gavst í Betri í gjár. Tað sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í P/f Betri, við útvarpið.

Ein fyribils stjóri verður settur í Betri banka og ein í P/f Betri, sum er Betri samtakið. Birgir Nielsen sigur, at nøvnini verða kunngjørd seinni í dag.

Tað var fyrrapartin í gjár, at Betri-samtakið boðaði frá, at Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, hevur sagt seg úr starvinum. Enn er óvist, hvor orsøkin til uppsøgnina er.

Viðskiftafólkini hjá Betri-samtakinum mugu bíða eina tíð áðrenn tey fáa at vita, hví Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri-samtakinum, valdi at siga seg úr starvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858